Sigurd L. Lamhauge hevur í dag latið Fíggjarmálaráðnum frágreiðing um hvussu landsverksstovnurin skal loysa kjarnuuppgávur sínar í framtíðini.
Tá ið Sigurd L. Lamhauge varð settur í starv sum stjóri á Landsverki á heysti í 2019, varð hann biðin um lýsa og meta um virksemið hjá Landsverki og um neyðugt endurhugsa tilverugrundarlagið hjá stovninum.
Vit eru fegin um at fáa hesa frágreiðing. Nú fara vit at nærlesa frágreiðingina, og so fara vit at tosa við Landsverk um tey átøk mælt verður til. Eg haldi, at tað er skilagott av Landsverki at raðfesta viðlíkahaldið av landsvegunum og bygningum hjá landinum hægri. Hetta er í tráð við mína grundhugsan, at almennir stovnar skulu rekast so effektivt sum til ber, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Frágreiðingin kann lesast her.