Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt og sent til landsstýrið ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni. Fíggjarmálaráðið hevur samantalt ársroknskapirnar fyri 2011, og og verður her tikið samanum fíggjarligu heildargongdina hjá føroysku kommununum í árinum. Fíggjarmálaráðið hevur ikki gjøgnumgingið einstøku roknskapirnar í mun til játtanareftirlit ella í mun til lógarkrøv annars, men eru tølini niðanfyri tikin beint úr ársroknskapunum.