Sambært kommunustýrislógini skulu kommunustýrini hava samtykt og sent til landsstýrið ársroknskapin fyri undanfarna ár innan 1. juni. Fíggjarmálaráðið hevur samantalt ársroknskapirnar 2010, og og verður her tikið samanum fíggjarligu heildargongdina hjá føroysku kommununum í 2010. Fíggjarmálaráðið hevur ikki gjøgnumgingið einstøku roknskapirnar í mun til játtanareftirlit ella í mun til lógarkrøv annars, men eru tølini tikin beint úr ársroknskapunum.