01.02.2014 · Fíggjarmálaráðið

Fráboðan um politiska semju um Eysturoyar- og Sandoyartunnil

Allir flokkar og uttanflokka á tingi eru vorðnir samdir um ein leist viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum. Semjan ber í sær, at eftir ætlan verður koyrandi ígjøgnum báðar tunlarnar í 2021. Endamálið er at binda føroyska samfelagið meira saman og at stimbra búskaparvøksturin í Føroyum.

Við semjuni verða tunlarnir bygdir á ein tryggan hátt fíggjarliga fyri samfelagið.

Semja er m.a. um, at:

• Landsstýrið leggur fram uppskot um partafelag fyri Løgtingið. Landið setur íalt 400 mió. kr. í felagið fram til 2024 sambært langtíðarløguætlan landsins

• Landið veitir felagnum ein árligan rakstrarstuðul upp til 10 mió.kr., frá tí at Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu

• Felagið kann upptaka ábyrgdarlán, um tað er ein fyrimunur fyri landið, við at útskriva lánsbrøv til verkætlanina

• Um neyðugt, kann landið hækka partapeningin ella veita avmarkaða trygd til felagið fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin.

• Fyrireikingarnar í sambandi við Sandoyartunnilin halda fram, og tá ið borað er ígjøgnum í Eysturoyartunlinum, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018

"Vit floksformenn fegnast um hesa semju. Talan er um eitt trupult mál, men allir flokkar hava víst stóran vilja at náa semju. Tí er loksins semja funnin í hesum stóra máli til sóma fyri politisku skipanina"


Vegna flokkarnar

Kaj Leo H. Johannesen, løgmaður
Sambandsflokkurin

Jørgen Niclasen
Fólkaflokkurin

Høgni Hoydal
Tjóðveldi

Aksel V. Johannesen
Javnaðarflokkurin

Jenis av Rana
Miðflokkurin

Poul Michelsen
Framsókn

Kári P. Højgaard
Sjálvstýrisflokkurin

Gerhard Lognberg
Uttanflokka