03.10.2010 · Fíggjarmálaráðið

Fráboðan um framtíðina hjá Eik Banka

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer mánadagin og komandi dagarnar at hava samrøður við umboð fyri Finansiel Stabilitet A/S og onnur, ið hava áhuga fyri viðurskiftunum viðvíkjandi framtíðini hjá Eik Banka. Landsstýrismaðurin ætlar í samrøðunum at taka støði í hesum grundsetningum:

Minst møguligt órógv á føroyska samfelagið
Eik Banki umboðar á leið helmingin av føroyska bankageiranum. Tað, at Eik Banki verður lagdur í eitt dóttirfelag hjá Finansiel Stabilitet A/S merkir, at ikki stórvegis nýtt virksemi hjá verandi kundum kann setast í verk. Gongur ov long tíð at finna eina loysn fyri bankan, er stórur vandi fyri, at Eik Banki syndrast. Ein sannlík avleiðing av hesum hevði verðið steðgur ella afturgongd í føroyska búskapinum við vaksandi arbeiðsloysi.
Tað er tí umráðandi, at borið verður sera skjótt at við at finna eina loysn á framtíðina hjá Eik Banka.

Kapping á føroyska fíggjarmarknaðinum tryggjast
Fyri at borgarar og fyritøkur skulu fáa bestu og bíligastu tænastur, er sera týdningarmikið, at kapping veruliga er á føroyska bankamarknaðinum. Á fundi, ið Fíggjarmálaráðið skipaði fyri hin 27. september við serfrøðingar á ymiskum økjum, var niðurstøðan púra greið. Til tess at tryggja kapping er neyðugt við minst tveimum eftir føroyskum viðurskiftum stórum bankum.
Arbeiðast skal tí fyri, at fáa sunna og haldføra partin av føroyska partinum av Eik so skjótt sum gjørligt úr aftur Finansiel Stabilitet.

Føroyskur banki
Tá partar av Føroya Banka vórðu einskildir í 2006, samtykti Løgtingið uppskot til samtyktar, har m.a. sagt varð soleiðis: “ at Føroya Banki verður varðveittur sum ein sjálvstøðugur, sterkur, vinnuligur aktørur í føroyska vinnulívinum og føroyska búskapinum”.

Mett verður, at somu sjónarmið eiga at vera galdandi í dag viðvíkjandi Eik Banka. Hetta merkir m.a, at finnast mugu føroyskir íleggjarar, ið kunnu taka sær av at skipa og stýra einum banka, sum kann taka yvir føroyska partinum av Eik Banka, sum tá byggir á veruligu virðini. Arbeitt eigur at vera skjótt við at finna føroyskar íleggjara til ein nýggjan banka. Yvirskipað er størsta aðalmálið, at føroysk áhugamál verða trygggjaði so væl sum gjørligt í tilgongdini.
Landsstýrismaðurin fer tí, í tann mun ynski er um tað, at samskipa føroyskar áhugapartar, so at ein skjót endurreisn av Eik Banka verður framd

Kunning til privat og vinnulig viðskiftafólk
Til tessa at beina burtur tann ótryggleika, sum mong viðskiftafólk hava kent seinastu dagarnar, so fer Fíggjarmálaráðið at taka stig til kunnandi fund, har umboð fyri Finansiel Stabilitet fara at greiða frá, hvussu bankavirksemi o.a. verður framt í tíðini, til ein endalig føroysk bankaloysn er funnin.

á Argjum 3. oktober 2010

Fíggjarmálaráðið