Frá vektgjaldi til umhvørvisgjald
Fleiri føroyingar skulu koyra í umhvørvisvinarligum bilum, sum brenna og dálka lítið. Tað ætlar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ið hevur sent eitt uppskot til ummælis, sum hevur í hyggju at broyta skipanina við vektgjaldi (vegskatti) til eitt umhvørvisgjald. Nýggja skipanin við umhvørvisgjaldinum skal eftir ætlan setast í verk 1. januar 2017. “Endamálið við uppskotinum er at eggja føroyingum at útvega sær umhvørvisvinarligar bilar, sum brenna og dálka lítið. Hetta gagnar ikki bert umhvørvinum, men sanniliga eisini føroyska búskapinum, tí minni brennievnisnýtsla minkar um innflutningin. Hetta bøtir um okkara handilsjavna, og føroyski búskapurin gerst sterkari” sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum. Kjarnin í uppskotinum er, at brúkarin verður eggjaður til at velja tann motorin, ið hevur minst útlát, tá ið hann velur at keypa nýggjan bil, tí tá fær brúkarin ein fíggjarligan fyrimun frá landinum. Bilar, ið hava lítið útlát, eru samstundis teir bilarnir, ið brenna minst. Í dag er tað soleiðis, at vanligir bilar eru flokkaðir í vektflokkar, har vektgjaldið er ásett eftir, hvørjum vektflokki bilurin er flokkaður í. Tess hægri vektkflokk bilurin er flokkaður í, tess hægri er vektgjaldið. Soleiðis verður ikki við nýggja umhvørvisgjaldinum, her verða vanligir bilar ikki flokkaðir í vektflokkar, men í umhvørvisflokkar, ið eru ásettir eftir útlátinum frá bilinum. Hægsta umhvørvisgjaldið verður á leið á sama støði sum hægsta vektgjaldið er í dag, men við nýggja umhvørvisgjaldinum fær brúkarin ein møguleika at sleppa bíligari enn í dag, tí við umhvørvisgjaldinum fær brúkarin ein nýggjan valmøguleika hugsa grønt, og harvið sleppa bíligari, tá ið hann skiftir bilin út ella keypir nýggjan bil. El- og vetnisbilar sleppa heilt undan at rinda vektgjald ella umhvørvis komandi árini, tí bilar við ongum útláti sleppa undan vektgjaldi og umhvørvisgjaldi komandi fýra árini. Skaðiliga útlátið frá bilum verður býtt upp í heilsuskaðiligt og umhvørvisskaðiligt útlát. Heilsuskaðiligt útlát eru bitlar og køvievni, ið dálka nærumhvørvið og eru vandamikil fyri heilsuna hjá fólki. Umhvørvisskaðiliga útlátið er CO2-útlátið, ið er ein týðandi orsøk til alheims upphitingina. CO2-útlátið hongur beinleiðis saman við nýtsluni av brennievni, men CO2-útlátið kann ikki beinast burtur við filtrum ella tøkniligum loysnum annars. Harafturímóti kann útlátið av bitlum og øðrum heilsuskaðiligum evnum, bæði minkast og beinast heilt burtur við tøkniligum loysnum, sum t.d. bitlafiltrum, ið allir nýggir bilar nú hava. Myndugleikar hava í nógv ár sett krøv og mørk fyri skaðiligt útlát úr motorakførum. Hetta hevur havt gagnligt árin á umhvørvið, tí hóast ferðslan er nógv økt seinastu 25 árini, so er samlaða útlátið, bæði av CO2, men eisini av heilsuskaðiligum køvievni og bitlum minkað. Við nýggja umhvørvisgjaldinum, koma bilar, ið lúka strangastu krøvini til heilsuskaðiligt útlát, tann sokallaða euronorm 6, og hava lægst CO2-útlát, at rinda lægsta árliga umhvørvisgjaldið. Nýggja umhvørvisgjaldið verður bert galdandi fyri bilar, ið verða skrásettir við føroyskum nummarspjøldrum eftir 1. januar 2017. Umhvørvisgjaldið verður tí ikki galdandi fyri bilar, sum eru skrásettir við føroyskum nummarspjøldrum fyri 1. januar 2017. Hesir bilar fara framhaldandi at rinda vektgjald sambært galdandi lóg um vektgjald. Landsstýrið vil røkka so nógvum hoyringspørtum sum gjørligt, soleiðis at øll fáa møguleika at geva sítt íkast og gera sínar viðmerkingar til uppskotið, áðrenn uppskotið verður gjørt endaliga liðugt og lagt fyri løgtingið til politiska viðgerð. Uppskotið er tí ikki sent út til útvaldar hoyrinspartar, sum vanligt hevur verið, men er lagt út til almennar hoyringar á www.foroyalandsstyri.fo Freistin at gera viðmerkingar er 15. august 2016. Viðmerkingarnar skulu vera skrivligar, og skrivligu viðmerkingarnar skulu sendast til fmr@fmr.fo ella til Fíggjarmálaráðið, postrúm 2039, 165 Argir. Viðmerk “Umhvørvisgjald á motorakfør” Viðmerkingarnar verða lagdar saman við uppskotinum, tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið til politiska viðgerð. |