09.06.2009 · Fíggjarmálaráðið

Fólkapensjónin saman við Samhaldsfasta verður framvegis álitið í nýggjari pensjónsskipan

Almennu útreiðslurnar til pensjónir til eldra- og heilsurøktina fara at vaksa so nógv, at ein størri partur av pensjónunum eigur í framtíðini at byggja á persónliga uppsparing. Annars fer hallið á fíggjarlógini bara at vaksa ár fyri ár.

Soleiðis ljóðar ein av niðurstøðunum hjá arbeiðsbólkinum, sum hevur handað Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum eitt uppskot um, hvussu verandi pensjónsskipan kann skipast av nýggjum.

Øll verða tryggjaði eina fólkapensjón:
Høvuðsendamálið við eini nýggjari pensjónsskipan er at fyribyrgja fátækdømi millum pensjonistar. Eitt nú at pensjónistar, sum ikki hava egna uppsparing, skulu verða tryggjaðir eina fólkapensjón, sum saman við samhaldsfasta er at liva av.

Arbeiðsbólkurin nevnir, at nýskipanin skal vera ”fíggjarliga haldfør” .
Í hesum liggur, at vøksturin í talinum av gomlum fólki, ikki skal føra við sær stórar skattahækkingar. Nýggja pensjónsskipanin skal tryggja, at ráð eru til, at øll kunnu fáa eina pensjón.

Pensjón í trimum pørtum:
Uppskotið lýsir eina pensjónskipan, sum er býtt í tríggjar partar.

Fyrsti parturin er fólkapensjónin, sum verður skattafíggjað, Annar parturin er uppsparingin, sum antin er persónlig ella arbeiðsgevarafíggjað. Triðji parturin er ein persónlig uppsparing, sum hvør einstakur kann leggja til rættis.

Ein av stóru broytingunum er, at leggja grundarupphædd og viðbót saman til eina fólkapensjón, har samstundis skal bera til at mótroknað aðra inntøku í allari fólkapensjónini. Soleiðis fara múgvandi pensjónistar at fáa minni í fólkapensjón. Útgjaldið úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum skal ikki broytast, og verður veitt øllum pensjónistum.

Sum penjónsuppsparingarnar vaksa, minka almennu útreiðslurnar til fólkapensjónina.

Tað skal loysa seg at arbeiða:
Arbeiðsbólkurin heldur seg eisini hava funnið eina skipan, sum heldur eggjar enn forðar pensjónistum at hava arbeiðið við síðuna av pensjonista-lívinum. Hetta verður gjørt soleiðis, at tað skal loysa seg at arbeiða, uttan at pensjónin minkar ov skjótt.

Framrokningar vísa, at miðalaldurin alsamt hækkar. Til hetta skjýtur arbeiðsbólkurin upp, at pensjónsaldurin eisini hækkar.

Uppskotið er 1 ár, hvørt 10unda ár.
Landsstýrismaðurin hevur boðið einum umboði fyri hvønn flokk at vera við í einum politiskum hoyringsbólki. Ætlanin er, at hesin bólkur skal vera við á almennum fundum og framløgum, fyri at tryggja eitt breitt orðaskifti.


Argir, tann 09. juni 2009

Fíggjarmálaráðið