Føroyskir peningastovnar hava tikið seg rættiliga væl betaltar í provisjónum og ómaksgjøldum, tá vanlig sethúsalán hava verið løgd um til realkredittlán, men tað er føroyski skattgjaldarin, sum í hvørjum einstøkum føri hevur goldið 40% av rokningini umvegis rentustuðulin úr landskassanum.
Líkt er til, at Felagið Føroyskir Peningastovnar gloymir henda veruleika, tá felagið førir fram, at sethúsakundar frameftir fara at verða nógv verri fyri, nú rentustuðulin av provisjónum og ómaksgjøldum verður strikaður.
Stuðulin úr landskassanum til rentuútreiðslur hjá føroyskum sethúsaeigarum er næstan tvífaldaður seinastu trý árini. Frá 2006 til 2009 er rentustuðulin vaksin úr 85 mió. kr. upp í 167 mió. kr.
Hóast rentan er nógv lækkað seinastu tíðina, so sæst hetta næstan ikki aftur í útreiðslunum hjá landskassanum til rentustuðulin.
Ein orsøk til hetta er, at føroyskir peningastovnar hava tikið rættiliga høgar provisjónir og ómaksgjøld fyri at leggja vanlig sethúsalán um til realkredittlán, men tað er føroyski skattgjaldarin, sum hevur goldið 40% av ómakinum umvegis renutstuðulin úr landskassanum.
Rentustuðulin var upprunaliga ætlaður sum ein fíggjarligur stuðul til rentuúrtreiðslur hjá føroyskum sethúsaeigarum, men í hesum føri gera føroyskir peningastovnar sær beinleiðis dælt rentustuðlinum við at hækka sínar provisjónir og ómaksgjøld tilsvarandi og stinga rentustuðulin í egnan lumma.
Haldið tað tí vera rættiliga ússaligt, tá Felagið Føroyskir Peningastovnar førir fram, at peningastovnarnir ongan lut eiga í útreiðsluvøkstri landskassans. Útreiðsluvøksturin hjá landskassnum eru bygnaðarligir trupulleikar, sum politiska skipanin eigur at rætta, sigur Felagið Føroyskir Peningastovnar.
Politiska skipanin rættar ein bygnaðarligan trupulleika við at strika fíggjarliga stuðulin úr landskassanum til provisjónir og ómaksgjøld hjá føroyskaum peningastovnum.
Peningastovnarnir áttu heldur at tikið í egnan barm, og frameftir sjálvir goldið hesa rokningina, sum teir áður hava sent víðari til føroyska skattaborgaran.
Í sambandi við útreiðslurnar hjá landskassanum til rentustuðulin er eisini vert at viðmerkja, at sambært nýggjastu frágreiðingini hjá Landsbankanum er renutmarginalurin hjá føroyska peningastovnunum hækkaður umleið 1% seinastu tvey árini.
Fíggjarmálaráðið, 23. oktober 2009