Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur um ratingina hjá Moody’s: ”Vit kunnu øll fegnast um, at Føroyar einaferð enn hava fingið eina høga altjóða rating frá Moody’s. Vit hava havt stóran búskaparvøkstur í nógv ár, og verða útlitini av Moody’s mett at verða støðug. Hetta ber boð um, at vit bæði hava ein sterkan búskap, og at vit hava ein búskap, ið er bjálvaður til at taka ímóti framtíðar avbjóðingum.”
Nærri kunning fæst her:
Les lánførismetingina her