03.06.2010 · Fíggjarmálaráðið

Føroyski búskapurin rakti botnin í 2009

Fyrstu fimm mánaðirnar í ár vóru goldnar 3 mia. og 320 mió. kr. í lønum og øðrum skattskyldugum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Tað eru 109 mió. kr. meira enn fyrstu fimm mánaðirnar í fjør. Fyri lands- og kommunukassarnar merkir hetta eina meirinntøkua uppá 21 mió. kr. í landsskatti og 29 mió. kr. í kommunuskatti. Higartil í ár eru komnar góðar 600 mió. kr. inn í landsskatti og 561 mió. kr. í kommunuskatti.

Sambært nýggjastu lønar, skatta- og avgjaldstølunum, so rakti afturgongdin í føroyska samfelagsbúskapinum, sum byrjaði í 2008, longu botnin í 2009. Higartil í ár hava lønar- og skattgjaldingarnar verið millum 3 og 4% hægri enn somu tíð í fjør. Samlaðu avgjaldsinntøkurnar hava verið á leið tær somu sum í fjør, men alt bendir á, at tær longu fara at verða størri, tá ið árið er hálvrunnið.

Samanberingar

Seinastu 12 mánaðirnir

Seinastu 6 mánaðirnir

Innflutningsavgjøldini

Umsetningsavgjøldini