Í lønar- og skattahagtølunum fyri fyrsta ársfjórðing í ár verður staðfest, at vøksturin í føroyska búskapinum heldur fram. Ógvulsigu hendingarnar, seinasta hálvárið, tá ið Eik og Fiskavirking fóru á húsagang, hava givið føroyska búskapinum ein týðuligan hvøkk, men hesar hendingar hava ikki megnað at vent búskaparframgongdini til afturgongd.
Hagtølini benda á, at hvøkkurin er við at hasa av aftur.
Fyrsta ársfjórðing í ár vóru goldnar 1 mia. og 992 mió. kr. í lønum og øðrum skattskyldugum veitingum umvegis a-skattaskipanina. Hetta er eitt lítið vet hægri enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið 1 mia. og 983 mió. kr. fóru umvegis a-skattaskipanina.
Tað eru serliga tríggjar orøskir til at lønarvøksturin ikki var størri fyrsta ársfjórðing í ár. Fyrsta orsøkin er arbeiðssteðgurin í fiskiflotanum í januar í ár. Onnur orsøkin er, at fiskavirkini á landi ikki vóru komin rættiliga í gongd eftir húsagangin hjá Fiskavirking. Triðja orsøkin er, at vøksturin í sáttmálalønunum á arbeiðsmarknaðin-um, fyrsta ársfjóring í ár, var minni enn helvtina av vøkstrinum somu tíð í fjør.
Skattainntøkurnar hjá landi og kommunum vóru eisini eitt lítið vet hægri fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Landskassin fekk góðar 362 mió. kr. í landsskatti samanborið við 358 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør, og kommukassarnir fingu 335 mió. kr. samanborið við næstan 334 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør.
Gongd er nú við at koma aftur í fiskavirkini og arbeiðsloysið minkar. Tí verður mett, at lønarvøksturin fer at verða væl størri restina av árinum.
Nýggjastu innflutnings- og avgjaldstølini benda eisini á, at búskaparligu skjálvtarnir av húsagangunum hjá Eik og Fiskavirking eru við at hasa av aftur. Hetta sæst aftur í innflutnings- og avgjaldstølunum fyri mars mánað í ár. Hóast innflutnings- og avgjaldstølini fyri januar og februar í ár vóru lægri enn somu mánaðir í fjør, so vóru tølini fyri mars mánaða í ár væl hægri enn tølini fyri sama mánað í fjør.
Tí verður eisini mett, at skatta- og avgjaldsinntøkurnar hjá landi og kommunum fara at verða væl størri restina av árinum.