05.03.2014 · Fíggjarmálaráðið

Føroyski brúkari og byggivinnan meira bjartskygd

Nýggjasta konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum vísir, at føroysku húsarhaldini og byggivinnan eru meira bjartskygd um framtíðina.

Samlaða konjunkturvísitalið er tó lækkað úr 32 til 23. Vísitølini fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnur, handilsvinnuna og tænastuvinnuna lækka nakað, og tí lækkar samlaða konjunkturvísitalið eisini. Vísitølini fyri húsarhaldini og byggivinnuna hækka hinvegin. Allir vinnubólkar merkja framvegis framgongd í sølu, eftirspurningi og bíleggingum, tó at framgongdin er minni sammett við fyri hálvum ári síðani.

Vísitalið fyri føroysk húsarhald er vaksið úr 3 til 9 í nýggjastu konjunkturkanningini. Húsarhaldini svara nakað tað sama sammett við í konjunkturkanningini í summar. Metingarnar um búskapin og arbeiðsloysið næstu 12 mánaðirnar er meira jalig. Flestu húsarhaldini svara, at tey vænta mestsum óbroytta fíggjarstøðu næsta árið og at tey framvegis spara nakað upp.

Her eru nøkur høvuðsúrslit í nýggju konjunkturkanningini:

• Byggivinnan hevur merkt framgongd síðsta árið, og vinnan væntar at fáa tørv á meira arbeiðsmegi
• Framleiðslan í byggivinnuni verður í løtuni avmarkað av troti á arbeiðsmegi
• Handils- og tænastuvinnurnar merkja framgongd í sølu og eftirspurningi, tó at framgongdin er minni sammett við fyri hálvum ári síðani
• Flestu vinnubólkar vænta vaksandi eftirspurning og sølu næstu tólv mánaðirnar
• Føroysk húsarhald vænta sum heild framgongd í búskapinum og at arbeiðsloysið lækkar næsta árið

Konjunkturkanningin hjá Fíggjarmálaráðnum varð gjørd í januar í ár. Konjunkturbarometrið gevur ábending um, hvussu brúkarar og vinnulív meta um tíðirnar, hvussu støðan í búskapinum er beint nú, gongdina farnu tólv mánaðirnar og útlitini fyri næstu tólv mánaðirnar. Konjunkturbarometrið er best skipaða og mest umfatandi kanning av gongdini í og útlitum fyri føroyska búskapin.

Metingarnar skulu sjálvsagt lesast við teimum fyrivarnum, sum knýta seg at tílíkum kanningum.

Brúkarin og vinna tilsamans, jan 2014

Húsarhaldini, jan 2014

Byggivinnan, jan 2014

Handilsvinnan, jan 2014

Tænastuvinnan, jan 2014

Tilfeingisvinnan, jan 2014

Frágreiðing