07.10.2008 · Fíggjarmálaráðið

Føroyska fíggjarkervið fær møguleika at luttaka í nýggjari skipan.

Landsstýrið fyrireikar málið, so at føroyska fíggjarkervið fær møguleika at luttaka í nýggjari skipan, ið skal tryggja fíggjarligan stabilitet.

Sum kunnugt arbeiðir danska ríkisstjórnin við einum lógaruppskoti, ið hevur til endamáls at skapa stabil fíggjarlig viðurskifti í Danmark.

Uppskotið skal tryggja, at innskjótarar og allir vanligir ognarar annars, ið hava pening tilgóðar hjá peningastovnunum, fáa fulla trygd fyri teirra peningi.

Danska Búskapar-og Vinnumálaráðið hevur vent sær til Fíggjarmálaráðið við tilboði um, at føroyskir peningastovnar kunnu luttaka í nevndu skipan.

Fíggjarmálaráðið hevur sett seg í samband við føroysku peningastovnarnar og líkt er til, at teir eru sinnaðir at luttaka í skipanini.

Danska stjórnin miðar ímóti at leggja lógaruppskot fyri Fólkatingið 9. oktober, og fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú undir at fyrireika málið, sum landsstýrið tekur undir við, til framløgu í løgtinginum.


Argir tann 7. oktober 2008
Fíggjarmálaráðið

Viðmerkingar til upplýsingar í hesum tíðindaskrivi eru at fáa frá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum á telefon nr. 55 10 95. Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum á telefon nr. 35 20 20.