17.02.2006 · Fíggjarmálaráðið

Føroysk konjunkturkanning eftir altjóða leisti

Í hesum døgum er kanningarstovnurin, Gallup Føroyar, farin undir hina fyrstu konjunkturkanningina í Føroyum. Endamálið við tí sonevnda konjunkturbarometrinum er at fáa eina mynd av, hvussu borgarar og vinna meta um búskaparligu vánirnar. Barometrið fylgir sama leisti, sum ES-lond brúka.



Fíggjarmálaráðið hevur í eina tíð arbeitt við at menna eitt sonevnt konjunkturbarometur fyri Føroyar, og júst í hesum døgum verður fyrsta konjunkturkanningin av sínum slag gjørd í Føroyum.

Endamálið við konjunkturbarometrinum er at fáa eina mynd og fatan av, hvussu borgarar og vinna í landinum meta um búskaparligu vánirnar. Við øðrum orðum skal ein búskaparforsøgn fáast til vega við konjunkturbarometrinum.

Fyrsta av sínum slag
Tað er kanningarstovnurin Gallup Føroyar, ið stendur fyri at gera kanningina, og hetta er fyrstu ferð, slík kanning verður gjørd í Føroyum.

Húsarhald í Føroyum eru ongantíð áður spurd beinleiðis um búskaparligu støðuna og vónirnar til framtíðina. Kanningin av húsarhaldunum er ein vanlig Gallup-kanning har stívliga 500 tilvildarligir telefonfelagar fáa 15 spurningar.

Hetta er eisini fyrstu ferð, at føroyska vinnan fær møguleika at siga sína hugsan um búskaparstøðu og framtíðarvónir í einari skipaðari kanning. Stívliga 100 privatar fyritøkur eru valdar burturúr, so høvuðsvinnugreinirnar eru umboðaðar á ein hagfrøðiliga nøktandi hátt.

Kanningarnar fara sjálvandi fram í trúnaði og tey, ið svara, eru ónevnd.

Ymiskt er, hvussu nógvar spurningar fyritøkurnar í ymsum vinnugreinunum fáa. Tænastu- og handilsfyritøkur fáa t.d. fimm spurningar, tilfeingis- og ídnaðar fyritøkur fáa 15 spurningar og byggifyritøkur fáa seks spurningar.

Altjóða leistur
Hóast hetta er fyrstu ferð, at Føroyar royna eitt konjunkturbarometur, er hetta slagið av kanningum vanligt í øðrum londum. Tí hevur Fíggjarmálaráðið eisini valt, at føroysku spurningarnir eru gjørdir eftir sama felags leisti, sum londini í Europasamveldinum brúka.

Frameftir verað spurnarkanningarnar gjørdar hálva hvørt ár, í januar og juni. Konjunkturbarometrið fer sostatt frameftir at geva okkum í Føroyum búskaparligar forsøgnir um komandi seks mániðarnar.

Lítið er at ivast í, at slíkar skipaðar kanningar og forsøgnir hava stóran almennan týdning og áhuga. Uttanlands verða tær nógv brúktar í dagliga orðaskiftinum um búskaparlig viðurskifti.

Fíggjarmálaráðið, 17. februar 2006