15.11.2017 · Fíggjarmálaráðið

Føroyar vilja steðga skattaskjólum

Føroyar vilja steðga skattaskjólum

Fráboðan er nú givin um, at Føroyar ynskja at gerast partur av Base Erosion and Profit Shifting avtaluni (stytt BEPS). Hetta er eitt átak, stovnsett av OECD/G20, sum fevnir um 15 gerðir (actions), sum serliga venda sær ímóti fleirtjóða fyritøkum, sum troyta og misnýta hol og misjavnar í skattaskipanum kring heimin.


Eisini gjørdust vit fyri stuttum limir í Global Forum, sum arbeiðir við gjøgnumskygni og at býta um skattaupplýsingar. Limaskapur í Global Forum hevur týdning fyri skattligt gjøgnumskygni kring heimin, styrkir umdømið hjá einum landi og betrar harvið eisini kappingarførið hjá landinum.
Afturat hesum er lóggávan viðvíkjandi skattaafturbering til reiðarí, ið hava skip, sum ikki eru skrásett í FAS-skipanini, broytt. Alt hetta sum liður í at tryggja, at Føroyar luttaka í altjóða samstarvi millum lond um at fyribyrgja skattaskjól kring heimin.

”Sjálvandi skulu vit í Føroyum eisini gera okkara til at fyribyrgja, at skattaskjól gerast veruleiki kring heimin. Og tað er alneyðugt við altjóða samstarvi fyri steðga skattaskjólum. Fegin um, at vit longu hava framt fleiri átøk á hesum øki, og at vit við komandi limaskapi í BEPS tryggja, at Føroyar eru millum fremstu lond at steðga skattaskjólum”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.