30.10.2007 · Fíggjarmálaráðið

Føroyar við í stórum OECD átaki móti skattaparadísum.

Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur í dag í Oslo saman við hinum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrunum gjørt skattaavtalur við Isle of Man. Avtalurnar tryggja m.a. útflýggjan av skattaupplýsingum og eru liður í heimsfevnandi stríðnum móti sonevndum skattaparadísum

Norðurlond stríðast í felag móti teimum sonevndu skattaparadísunum í heiminum. Hetta eru lond, ið ikki útflýggja skattamyndugleikum upplýsingar um kapitalflytingar og inntøku hjá skattskyldugum persónum.

Føroyar eru við í felags norðurlendska átakinum móti skattaparadísunum, ið er partur av einari OECD-verkætlan.

Avtala við Isle of Man
“Gjøgnumskygni og sínámillum avtalur um útflýggjan av skattaupplýsingum hava stóran týdning í einum globaliseraðum veruleika, har kapitalur hevur sera lætt við at fara um landamørk”, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hann undirskrivaði í dag vegna Føroyar 4 einstakar avtalur við Isle of Man. Ein avtala er um útflýggjan av skattaupplýsingum, meðan hinar snúgva seg um, hvussu sleppast skal undan tvískatting á ávísum økjum.

Avtalan við Isle of Man er hin fyrsta av sínum slag, men Norðurlond eru longu nú í samráðingum við Aruba, Jersey og Niðurlendsku Antillurnar. Um stutta tíð er ætlanin at byrja samráðingar við Bermuda, bretsku Virgin Islands, Cayman Islands og Guernsey. Tilsamans skulu avtalur um útflýggjan av skattaupplýsingum gerast við 33 skattaparadís kring knøttin.

Fyrimynd fyri OECD
Til tess at gera samráðingarstøðuna hjá teimum norðurlendsku londunum sterkari mótvegis skattaparadísunum - og fyri at minka um kostnaðin av samráðingararbeiðinum -, verður arbeiðið samskipað umvegis Norðurlendska Ráðharraráðið, men sjálvar avtalurnar verða gjørdar bilateralt millum einstøku skattaparadísini og einstøku norðurlondini.

Verkætlanin hevur fingið sera jaliga móttøku í OECD, og hevur samstundis meðvirka til at styrkja um altjóða støðuna hjá Norðurlondum á skattaøkinum. OECD hevur víst á verkætlanina sum eina fyrimynd fyri, hvussu OECD-lond kunnu samstarva í altjóða skattaspurningum.

Ynskja Føroyar við
Tað er eitt greitt ynski frá hinum norðurlondunum, at Føroyar luttaka saman við hinum norðurlondunum í átakinum.

“Tað hevur stóran týdning, at Føroyar taka ábyrgd í norðurlendskum og altjóða samanheingi. Hetta økir føroyska trúvirðið uttanlands og gevur okkum samstundis virðismiklar royndir”, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður.

Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingur á Toll-og Skattstovu Føroya, umboðar Føroyar í norðurlendska stýrisbólkinum fyri átakinum.

Norðurlond hava sínámillum eina multilaterala skattaavtalu, har Føroyar seinastu 15 árini hava verið sjálvstøðugur partur, sum luttekur aktivt í umsitingini av hesi avtalu.


Argir, tann 30. oktober 2007
Fíggjarmálaráðið


Fíggjarmálaráðið hjálpir við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Viðmerkingar fáast frá Magna Laksáfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 35 20 20 Les meira um Fíggjarmálaráðið og virksemi tess á www.fmr.fo