Føroyar hava undirskrivað eina dagføring av norðurlendska tvískattasáttmálanum. Mest týðandi broytingin fyri Føroyar er, at rætturin til skatting av eftirlønum nú er býttur millum keldulandið og bústaðarlandið
Norðurlendski tvískattasáttmálin frá 1996 er nú dagførdur. Hetta hendi í Helsinki tann 04. apríl 2008, tá ein protokoll til norðurlendska tvískattasáttan varð undirskrivað.
Nýggja protokollin hevur við sær broytingar í reglunum um vinningsbýti, kapitalvinning, eftirlønir og inntøku frá arbeiði umborð á flogfari, harumframt eru broytingar í reglunum um sínámillum avtalumannagongd.
Ein av týðandi broytingunum fyri Føroyar er á eftirlønarøkinum. Áðrenn dagføringina av tvískattasáttmálanum varð skattur av eftirlønum goldin í keldulandinum, t.v.s., har eftirlønin er vunnin. Við nýggju reglunum verður skatturin av eftirlønum býttur millum keldulandið og bústaðarlandið.
Norðurlendski tvískattasáttmálin er ein multilateralur tvískattsáttmáli millum Danmark, Finnland, Føroyar, Ísland, Noreg og Svøríki, og hann er tann einasti av sínum slag í heiminum.
Jákup Eyðfinn Kjærbo, løgfrøðingur á TAKS, hevur verið føroyskur samráðingarleiðari og undirskrivaði sáttmálan vegna landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Protokollin, sum krevur góðkenning frá Løgtinginum fyri at verða sett í gildi í Føroyum, verður løgd fyri Løgtingið í næstu tingsetu.
Argir, tann 09. apríl 2008
Fíggjarmálaráðið
Viðmerkingar til upplýsingar í hesum tíðindaskrivi eru at fáa frá Fíggjarmálaráðnum,
tlf. 35 20 20, sum eisini hjálpir við faktuellum spurningum.