Fundur var seinnapartin í dag í Helsingfors í samband við aðalfundin í Norðurlandaráðnum millum umboð fyri Føroya Landsstýri og Íslendsku Stjórnina.
Á fundinum luttóku Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Jørgin Niclasen, uttanríkisráðharri, Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri og Geir Haarde, forsætismálaráðharri og Árni M. Mathiesen, fíggjarmálaráðharri.
Á fundinum var trupla støða Íslands umrødd, nú avleiðingarnir av fíggjarkreppuni raka tey serliga meint. Serliga tørvar Íslandi gjaldføri.
Landsstýrið hevði frammanundan samráðst við flokkarnar á Løgtingi um málið. Allir flokkar taka undir við ætlanini at veita Íslandi gjaldførislán.
Á fundinum boðaðu føroysku umboðini frá, at Føroyar eru sinnaðar til at veita Íslandi eitt gjaldførislán upp á 300 mió. DKK.
Upphæddin verður tikin av innistandandi í Landsbankanum.
Málið verður nú fyrireikað til framløgu í Løgtinginum til tess at fáa neyðugu heimildina.
Helsingfors, 28. oktober 2008
Føroya Landsstýri