Føroyar undirskriva skattaavtalur við Aruba, Niðurlendsku Antillurnar og San Marino
Jákup Eyðfinn Kjærbo, leiðandi løgfrøðingur á TAKS fer vegna Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum í morgin 10 september at undirskriva skattaavtalur við Aruba, Niðurlendsku Antillurnar og San Marino.
Avtalurnar bera í sær, at føroysku skattamyndugleikarnir framyvir kunnu fáa skattaupplýsingar frá Aruba, Niðurlendsku Antillunum og San Marino. – Nevnast kann í hesum sambandi, at Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum fær slíka avtalu við San Marino.
Avtalurnar verða gjørdar sum liður í eini OECD-verkætlan, sum hevur til endamáls at koma altjóða skattaundandráttinum til lívs. Miðað verður eftir at gera avtalur við omanfyri 30 skattaparadís kring allan heimin. - Frammanundan hava Føroyar undirskrivað avtalur við Isle of Man, Jersey, Guernsey, Bermuda, Jomfrúoyggjarnar og Cayman Islands.
Verkætlanin meðvirkar til at styrkja altjóða støðu Føroya í skattahøpi, og OECD hevur víst á júst hesa verkætlanina sum eina fyrimynd fyri, hvussu OECD-lond kunnu samstarva í altjóða skattaspurningum.
Fyri at gera arbeiðið mótvegis skattaparadísunum bíligari og effektivari, hava norðurlond gjørt av at samskipa arbeiðið umvegis ein Stýrisbólk undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, men sjálvar avtalurnar verða gjørdar bilateralt. – Tað vil siga millum Føroyar og tey einstøku londini.
Nevnast kann, at G-20 á toppfundinum í London 2. apríl í ár legði stóran dent á júst hesa verkætlanina.
Jóannes Eidesgaard landsstýrismaður í fíggjarmálum sigur, at hann er fegin um, at Føroyar kunnu geva sítt íkast til at styrkja heimsins fíggjarskipanir.