Føroyar stremba eftir at gerast eitt undangonguland innan talgildar loysnir. Tað var boðskapurin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, á ráðstevnuni um talgilda fyrisiting, ið hevur verið fyriskipað í Estlandi seinastu dagarnar. Á ráðstevnuni varð landsstýriskvinnan ein av røðarunum, saman við estlendska forsetanum, Toomas Hendrik Ilves, og øðrum.
Landsstýriskvinnan greiddi frá stórfingnu verkætlanini Talgildu Føroyar, ið skal seta Føroyar á heimskortið innan talgildar loysnir. Skjóta framgongdin í arbeiðinum hevur eisini vakt áhuga í Estlandi. Á ráðstevnuni fingu tvey lond handað heiðursprógv fyri serlig átøk innan talgilding. Føroyar fingu annað av hesum heiðursprógvum fyri íverksetan av “Heldini”, sum er ein lutur í samlaðu verkætlanini Talgildu Føroyar.
Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovu Føroya, hevði á ráðstevnuni eisini framløgu um Búskaparskipan Landsins, ið helst er millum fremstu leiðslukunningarskipanir í heiminum innan almenna geiran.
Fundur var eisini í Fíggjarmálaráðnum í Estlandi millum Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, og estlendska fíggjarmálaráðharran, Sven Sester. Búskaparstøðan og framtíðar útlitini vórðu umrødd. Eisini varð umrøtt, hvussu Føroyar og Estland kunnu fáa enn størri framgongd og fyrimun av tættari samstarvi millum londini innan talgilding og KT-skipanir.
Estland er undangonguland innan talgildar loysnir. Hetta sást eisini aftur í undirtøkuni fyri ráðstevnuni, har fólk úr 54 ymiskum londum luttóku. Ráðstevnan viðgjørdi, hvussu lond best kunnu tryggja, at talgilding tryggjar meirvirði til borgarar, vinnu og samfelagið. Evnini, ið vórðu viðgjørd vóru eitt nú: Fleiri og betri tænastur til borgarar, størri gjøgnumskygni, betri kappingarføri, KT-trygd, førleikamenning av starvsfólkum og avbjóðingar og møguleikar við talgilding hjá smærri tjóðum.
“Vit hava sett okkum høg mál fyri talgilding av føroyska samfelagnum, tí hetta fer at geva føroyingum fleiri og betri tænastur og styrkja okkara kapppingarføri. Fyri at røkka hesum málum mugu vit gagnnýta vitan og royndir, ið onnur lond hava gjørt sær á økinum, eitt nú Estland. Meðan Føroyar eru frammanfyri Estland á KT-økinum á nøkrum økjum, so er Estland frammanfyri Føroyar á øðrum økjum. Tað kann tí gerast ein fyrimunur fyri báðar partar at samstarva og skapa vitanardeiling”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.