Fíggjarmálaráðið hevur júst fingið fráboðan frá OECD um, at OECD ráðið hevur góðkent umsókn Føroya, at gerast sjálvstøðugur limir í BEPS skattasamstarvinum í OECD.
BEPS skattasamstarvið hevur til endamáls at styrkja samstarvið millum lond innan skatt, og at fyribyrgja skattaskjól kring heimin. Skattasamstarvið skal m.a. fyribyrgja, at fleirtjóða fyritøkur, troyta og misnýta hol og misjavnar í skattaskipanum kring heimin.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur seinastu árini miðvíst virkað fyri, at Føroyar taka meira virknan lut í altjóða høpi tá umræður útveksling av skattaupplýsingum og luttøku í altjóða skattasamstørvum. Í novembur 2017, varð avgjørt, at søkja um limaskap í BEPS samstarvinum. Síðani hetta eru fleiri lógarbroytingar lagdar fyri Løgtingið, og norðurlendski skattasáttamálin dagførdur, soleiðis at mett verður, at Føroyar nú liva upp til tey krøv, ið eru, fyri at hava fullgóða skattalóggávu og skattasáttmálar.
“Fegin um, at Føroyar nú hava fingið fullan og sjálvstøðugan limaskap í enn einum altjóða skattafelagsskapi. Tað hevur stóran týdning, at vit í Føroyum eisini gera okkara til at fyribyrgja, at skattaskjól gerast veruleiki kring heimin. Og tað er alneyðugt við altjóða samstarvi fyri at tryggja, at skatturin av virðisskapan í londum kring heimin, kemur fólkum í teimum londunum, har virðini verða skapt, til góðar”, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Í 2017 fingu Føroyar eisini limaskap í altjóða skattasamstarvinum Global Forum. Hetta samstarvið arbeiðir við gjøgnumskygni og umbýti av skattaupplýsingum. Føroyar verða í øðrum ársfjóðringi í ár og eitt ár fram eftirmett av Global Forum. Føroyar fara eisini at verða eftirmettar í sambandi við luttøkuna í BEPS samstarvinum. Hesar eftirmetingar fara at tryggja, at føroysk lóggáva er fullgóð, og at Føroyar taka ábyrgd í altjóða høpi tá umræður skattaligt samstarv. Við limaskapi í Global Forum og OECD samstarvinum BEPS, luttaka Føroyar í teimum tveimum størstu altjóða skattasamstørvunum í heiminum.
Fíggjarmálaráðið
126 limir eru í BEPS samstarvinum.
BEPS krøvini fevna um íalt 15 átøk, sum í stuttum eru lýst niðanfyri.
Átak 1: Addressing the Tax Challenges of the Digital Economy. Hevur til endamáls, at handfara avbjóðingarnar við talgildum búskapi. Átak 2: Neutralising the Effects of Hybrid Mismatch Arrangements. Hevur til endamáls at javna út virknaðin av ósamsvarandi fyriskipanum, har eitt og sama felag skattliga verður viðgjørt ymiskt í Føroyum og øðrum landi.
Átak 3: Designing Effective Controlled Foreign Company Rules. Snýr seg um at sniðgeva virknar CFC-reglur. CFC stendur fyri Controlled Foreign Companies, og fevnir um feløg, sum á pappírinum kunnu liggja hvar sum helst, t.d. tryggingarfeløg og peningastovnar. Átak 4: Limiting Base Erosion Involving Interest Deductions and Other Financial Payments. Snýr seg um at avmarka frádráttin fyri rentur og onnur fíggjargjøld, sum máa burtur skattagrundarlagið. Átak 5: Countering Harmful Tax Practices More Effectively, Taking into Account Transparency and Substance. Snýr seg um at handfara skaðiligar skattasiðvenjur meira virkið við atliti at gjøgnumskygni og innihaldi. Átak 6: Preventing the Granting of Treaty Benefits in Inappropriate Circumstances. Viðvíkur sáttmálamisnýtslu, har høvuðsendamálið ella einasta endamálið við eini atgerð er at umganga ella spara skatt. Átak 7: Preventing the Artificial Avoidance of Permanent Establishment Status. Hevur til endamáls at umganga, at støðan sum fastur rakstrarstaður tilgjørt verður avsannað. Átak 8–10: Aligning Transfer Pricing Outcomes with Value Creation. Sum snýr seg um at áseta avhendingarprísir í samsvari við virðisskapanina. Átak 11: Measuring and Monitoring BEPS. Snýr seg um BEPS dátugranskan.
Átak 12: Mandatory Disclosure Rules. Snýr seg um at avdúka ágangandi skattaætlanir. Átak 13: Transfer Pricing Documentation and Country-by-Country Reporting. Snýr seg um at skjalprógva avhendingarprísir. Átak 14: Making Dispute Resolution Mechanisms More Effective. Snýr seg um at gera trætuloysnir meira virknar. Átak 15: Developing a Multilateral Instrument. Snýr seg um at multilateralt amboð, sum lond kunnu nýta at broyta bilateralar skattaavtalur við.