30.10.2014 · Fíggjarmálaráðið

Føroyar millum 52 undangongulond í altjóða skattaavtalu

Føroyar millum 52 undangongulond í altjóða skattaavtalu

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, hevur í gjár undirskrivað eina altjóða avtalu, sum frameftir fer at hava ein týðandi leiklut í stríðnum móti altjóða skattaundandrátti. Undirskrivað varð í Berlin í gjár. Týski fíggjarmálaráðharrin Wolfgang Schäuble var vertur fyri tiltakinum, har fíggjarmálaráðharrar úr 52 londum úr øllum heimspørtum luttóku.

Trupulleikin við altjóða skattaundandrátti hevur verið frammaliga á altjóða politisku dagsskránni seinnu árini. Hetta hevur havt við sær eina røð av avtalum, har lond binda seg til at hjálpa hvørjum øðrum við upplýsingum í skattamálum.

Higartil hava hesar avtalur verið soleiðis, at londini hava bundið seg til at lata frá sær upplýsingar eftir áheitan. Men við avtaluni í Berlin hava Føroyar og hini 51 londini í sonevnda undangongubólkinum (early adaptors group) avgjørt at taka stigið víðari, og fara nú undir fyrireikingarnar til eina nýggja skipan har upplýsingar verða latnir sjálvvirkandi. Miðað verður í móti, at skipanin verður sett í verk í 2017.

Føroyar og hini 51 londini eru tey, sum ganga undan á hesum økinum, men vónin er, at alt fleiri lond fara at leggjast afturat, soleiðis at heilt kann sleppast undan trupulleikanum við altjóða skattaundandrátti frameftir.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sigur í hesum sambandi: “Eg fegnist um avtaluna, og um, at vit nú eru sjálvstøðugur partur í hesum avtalum. Frammanundan vóru vit einans við sum ein partur av Danmark, men nú hava vit tikið stigið fult út, og vit eru nú sjálvstøðugur partur í hesum arbeiði”.


Undirskrivandi londini eru:

Anguilla, Armenia, Argentina, Barbados, Belgia, Bermuda, Bulgaria, Bretsku Jomfrúoyggjar, Danmark, Estland, Føroyar, Finnland, Frakland, Gibraltar, Grikkaland, Guernsey, Ísland, India, Írland, Italia, Jersey, Keymanoyggjar, Korea, Kolumbia, Kroatia, Kurakao, Kypros, Kekkia, Letland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Mavritius, Montserrat, Meksiko, Niðurlond, Noreg, Oyggin Man, Póland, Portugal, Romenia, Seysjellurnar, Slovakia, Slovenia, Suður Afrika, Spania, Svøríki, Stóra Bretland, Turks & Kaikos Oyggjar, Týskland, og Ungarn.

Fíggjarmálaráðharrin skrivar undir

Felagsmynd