![Føroyar best fyrireikað til Brexit](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13136/mr-finans-2019-washington-dc.jpg?width=1024&height=576&rxy=0.395,0.63097949886104787&rmode=crop&t=295&s=b49AFQRtqWKAZ0QCj2BkPkiHDyQ)
Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit og altjóða umhvørvissamstarv vóru høvuðsmálini, tá norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir hittust í Washington í dag.
Orsøkin til, at fundurin var í Washington í ár, er tann, at flestu ráðharrarnir vóru á ársfundi hjá altjóða gjaldoyragrunninum IMF, sum liggur í Washington. Avgjørt varð tí at halda norðurlendska ársfundin samstundis.
Avbjóðingarnar í sambandi við Brexit fingu nógva umrøðu á fundinum. Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, vísti í hesum sambandi á, at Føroyar longu hava fingið í lag handilssáttmála við Bretland, og somuleiðis tryggja sær fiskiveiðiavtalur.
Semja var um á fundinum, at Føroyar er tað norðanlandi, sum er best tryggja móti avleiðingunum av Brexit.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Benediktsson, var vertur fyri fundinum.