Eftir mong ár við øðrum veitara skiftir landsfyrisitingin í dag samskiftisveitara til Føroya Tele.
Við støði í rundskrivinum um keyp av vørum og tænastum, hevur Fíggjarmálaráðið staðið fyri útbjóðingini av fartelefonsamskiftinum hjá landsfyrisitingini fyri komandi tvey árini.
Endamálið er at fáa meira fyri pening skattgjaldarans við at skipa landsins keyp av vørum og tænastum, og samstundis stimbra kappingina á føroyska vøru- og tænastumarknaðinum.
Áðrenn útbjóðingina varð gjørd ein meting av nýtslu og tørvi av fartelefonsamskiftinum hjá landsfyrisitingini, og síðani var alment útboð lagt út á Keypsportalin. Av innkomnu tilboðunum hevði Føroya Tele lægsta tilboðið.
Fíggjarmálaráðið hevur tí gjørt sáttmála við Føroya Tele um fartelefonsamskifti, sum hevur við sær meira innihald og lægri kostnað fyri landsfyrisitingina komandi tvey árini. Sáttmálin fatar um áleið 160 fartelefonhald og tekur við í dag 1. juli 2019.