Tann 14. mai 2014, gjørdu Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna sáttmála við Fíggjarmálaráðið.
Karmurin er tann sami sum hjá øðrum feløgum, men eingin lønarhækkan tann 1. oktober 2013, tí feløgini hava keypt ta serligu frívikuna. Lønin hækkar 1,7% tann 1. oktober í ár, og nakrar broytingar eru gjørdar í sáttmálatekstinum.
Eisini er avtala gjørd um fráboðanarform og fráboðanarfreist.
Sáttmálar frá 1. oktober 2013, sum eru eftir at endurnýggja, er tann hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, og teir hjá lærarum á teknsiku skúlunum og Vinnuháskúlanum.
Fíggjarmálaráðið 21. mai 2014