25.11.2005 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálráðið hevur sett tveir nýggjar stjórar í starv

Bæði Toll- og Skattstova Føroya og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hava fingið nýggjar stjórar

Tvey nýggj andlit verða at síggja í leiðslunum hjá ávikavist Toll- og Skattastovu Føroya og á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Á Toll- og Skattstovu Føroya er Arnold Hjelm Nielsen settur í starv sum stjóri. Hann tekur við eftir Óla Heinesen, ið hevur verið stjóri har síðani 1998.

Arnold Hjelm Nielsen er 41 ára gamal og útbúgvin verkfrøðingur. Seinastu 2 árini hevur hann verið varastjóri á Toll- og Skattstovuni, og hann hevur m.a. leiðsluroyndir frá svensku telefyritøkuni Ericsson í Noreg.

Á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum er Snorri Fjallsbak settur sum stjóri. Hann tekur við starvinum eftir Duritu Tausen, ið hevur verið settur stjóri, síðani Thomas Magnussen fór úr starvinum 1. mars 2005.

Snorri Fjallsbak er 56 ára gamal og útbúgvin cand.scient. Hann hevur starvast sum fulltrúi á Lønardeildini í 4 ár. Frammanundan var Snorri Fjallsbak lærari á studentaskúlanum í Hoydølum í 23 ár, eitt skifti umsitingarleiðari og eitt skifti rektari. Í 4 ár var hann formaður í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara.



Argir, 25. november 2005



Bárður Nielsen
landsstýrismaður