Fíggjarmálaráðið vísir aftur niðurstøðunum í uppriti til Fíggjarnevndina
Í fyrsta lagið vísir Fíggjarmálaráðið aftur skuldsetingunum um, at uppskotið til játtanarkarmar ikki lýkur treytirnar í lógini.
Í lógini um landsins játtanarskipan verður sagt, at uppskot til samtyktar “sum fevnir um ein samlaðan játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár, býtt á greinar” skal leggjast fyri Løgtingið. Hetta er júst tað, sum er galdandi fyri uppskotið um játtanarkarmar fyri 2012, sum er lagt fram í Løgtinginum.
Í øðrum lagi metir Fíggjarmálaráðið eisini, at búskaparfrágreiðingin, sum er løgd við uppskotinum um játtanarkarm, livir upp til ásetingarnar í lógini. Lógin sigur, at “ein frágreiðing (Búskaparfrágreiðing I), sum lýsir og metir um búskaparstøðu Føroya, herímillum tann almenna geiran, verður løgd við uppskotinum til løgtingssamtykt.”
Í lýsingini og metingini av búskaparstøðu Føroya er gjøgnumgongd av nýggjastu konjunkturmetingini. Síðani eru høvuðsniðurstøðurnar frá frágreiðingunum hjá Búskaparráðnum og Landsbankunum lýstar. Eisini eru altjóða búskaparstøðan og hóttanirnar móti búskaparvøkstri lýstar. Hetta er alt fyri at kenna grundarlagið fyri fortreytunum fyri metta búskaparvøksturin komandi árini.
Fíggjarmálaráðið skilur ikki, hví framskrivingarnar verða nevndar reint tekniskar. Framskrivingarnar eru grundaðar á ávísar fortreytir, og við hesum fortreytum vísa framskrivingarnar, hvat skal til av tiltøkum fyri at røkka høvuðsmálinum: at fáa hallið á fíggjarlógini burtur í 2015. Týdningurin av hesum kann á ongan hátt undirmetast.
Fíggjarmálaráðið skal eisini viðmerkja, at ráðið er samt við niðurstøðuna um, at ov fá yvirskipaði langtíðar tiltøk eru lýst, sum kunnu fylla út ta vaksandi upphæddina, sum í uppskotinum til samtyktar um játtanarkarmar fyri 2012 skal koma frá ógreinaðum tiltøkum
Fíggjarmálaráðið tekur eisini undir við atfinningini um, at samsvar ikki er millum løguætlanina í Búskaparfrágreiðingini og tær verklagslógir, sum liggja í Løgtinginum ella eru í gildi. Fíggjarmálaráðið vil viðvirka til at fáa samsvar millum løgukarmin, sum Løgtingið samtykkir og tær verklagslógir, sum verða samtyktar.
Fíggjarmálaráðið, 2. mai 2011