Fíggjarmálaráðið virðir niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni. Tí er tað ikki rætt, tá ið Kringvarp Føroya leggur Fíggjarmálaráðið undir at gera tað mótsatta.
Tað er harmiligt, tá ið Kringvarp Føroya ger sítt til at ávirka málsviðgerðina, áðrenn nøkur niðurstøða fyriliggur. Við at føra fram ógrundaðar útsagnir um, at Fíggjarmálaráðið ikki virðir umboðsmannin og at leggja seg út í, hvussu Fíggjarmálaráðið eigur at viðgera málið, fer Kringvarp Føroya ov langt.
Tað er eyðvitað, at Fíggjarmálaráðið kann ikki viðgera og samstundis gera viðmerkingar til máliðí fjølmiðlunum. Tað er ikki góður fyrisitingarsiður.
Fíggjarmálaráðið boðaði klagara frá 3. november, at málið var tikið upp til nýggja viðgerð. Eftir ætlan fyriliggur uppafturtøku avgerð annaðhvørt í hesari vikuni ella fyrst í aðru viku.
Vegna Fíggjarmálaráðið
Bjarni Askham Bjarnason