Fíggjarmálaráðið á Argjum tók í mai í ár ein skipan í nýtslu, sum gagnnýtir avlopshitan úr servararúminum til at hita bygningin upp við. Íløgan í skipanina hevur kostað umleið 700.000 kr. við mvg (umleið 560.000 kr. uttan mvg), men íløgan verður spard inn aftur við minni oljunýtslu. Fíggjarmálaráðið metir, at tað hevur stóran týdning, at tað almenna gongur undan við at royna slíkar skipanir, sum kunnu minka um føroysku oljunýtsluna. Tað hevur stóran umhvørvisligan og samfelagsbúskaparligan týdning at minka um føroysku olju¬nýtsluna. Hetta minkar um føroyska CO2-útlátið, Føroyar verða minni bundnar av olju sum orkukeldu og úrslitið á handilsjavnanum verður betri. Fíggjarmálaráðið fer tí mánaðarliga at almanna kunngera á heimasíðuni, hvussu henda íløga ávirkar oljunýtsluna í bygninginum á Argjum.