24.02.2011 · Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju
Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelag Føroya hava í dag skrivað undir semju, sum byggir á ein karm uppá 1%. Tað var nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Aksel V. Johannesen, sum í dag skrivaði undir sín fyrsta lønarsattmála sum fíggjarmálaráðharri.
Aksel V. Johannesen, nýinnsetti fíggjarmálaráðharrin, fegnast um semjuna á hesum fyri okkara samfelag so týdningarmikla øki, eitt øki, sum stóð hansara hjarta nær meðan hann var heilsumálaráðharri. Somuleiðis er nú eisini greitt, at røktin og umsorganin fyri okkara gomlu og óhjálpnu á røktarheiminum runt um í landinum kann halda ótarnað fram.
Hósdagin 24. februar 2011
Fíggjarmálaráðið