16.10.2020 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðið hevur víst vilja og ábyrgd

Fíggjarmálaráðið hevur víst vilja og ábyrgd

Fíggjarmálaráðið harmast um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í dag hava lýst verkfall fyri ein part av limum sínum at byrja mánamorgunin. Hetta er óheppið, tí Fíggjarmálaráðið hevur lagt stóra orku í at fáa semju um sáttmála við felagið.

Fíggjarmálaráðið hevur slakað í upprunaligu krøvunum júst í royndini at finna semju millum partarnar. Ráðið góðtók semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar í farnu viku, hóast onki av upprunaligu krøvunum hjá ráðnum vóru í semingsuppskotinum.

Seinastu lønarsamráðingar fekk Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í prosentum munandi meira í lønarhækking enn hini fakfeløgini. Fíggjarmálaráðið legði tí upprunaliga upp til null prosent í lønarhækking hesaferð, men í royndini at finna semju hevur Fíggjarmálaráðið bjóðað felagnum somu lønarhækking – 5,8% yvir trý ár - sum hini fakfeløgini hava fingið.

Eisini vildi Fíggjarmálaráðið hava broytingar í avtaluni um arbeiðssteðg fyri at tryggja, at ein møguligur arbeiðssteðgur ikki hevur hættisligar avleiðingar við sær fyri sjúklingarnar. Eisini hesum kravinum hevur Fíggjarmálaráðið slept í royndunum at finna semju við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tíðirnar eru serligar, tí koronafarsóttin leggur trýst á bæði heilsuverk, samfelag og búskap. Føroyingar hava staðið sera væl saman gjøgnum avbjóðingarnar og hava bæði í privata og almenna geiranum kýtt seg fyrimyndarliga fyri at halda samfelagshjólunum í gongd.

Tá Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar førir fram, at tað eru bert smápengar, sum skilja partarnar, stendur Fíggjarmálarmálaráðið spyrjandi. Tí hví kundi felagið so ikki bara taka undir við semingsuppskotinum. Veruleikin er, at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum krevur munandi meira enn hini feløgini fáa.

Sum nevnt harmast Fíggjarmálaráðið um, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur lýst verkfall heldur enn at royna at finna eina semju. Fíggjarmálaráðið skal gera vart við, at vit altíð eru til reiðar at sessast við samráðingaborðið, og at okkara partur skal so ikki liggja eftir í royndunum at finna eina semju.

Vinarliga

Fíggjarmálaráðið