19.06.2009 · Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið hevur loyst stjóran og fyrisitingarstjóran á TAKS úr størvinum.
Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við stjóran og fyrisitingarstjóran á TAKS um, at tey fara úr sínum størvum.
Vísandi til, at trupulleikar hava verið í samstarvinum hjá ovastu leiðsluni á TAKS, hevur Fíggjarmálaráðið verið inni í málinum, og er nú semja gjørd um, at nýggj leiðsla skal setast.
Fíggjarmálaráðið fer nú at søkja eftir nýggjari leiðslu til TAKS, og til nýggj leiðsla er sett, verður fyribilsstjóri settur.
á Argjum 19. juni 2009
Fíggjarmálaráðið