15.06.2016 · Fíggjarmálaráðið
Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt eitt ára semju við Ljósmøðrafelag Føroya
Fíggjarmálaráðið hevur í dag gjørt eitt ára semju við Ljósmøðrafelag Føroya.
Karmurin um semjuna er á sama støði sum tær semjur, Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við onnur feløg hetta samráðingarumfarið við at lønin hækkar 2,25% tann 1.oktober 2015. Harafturat eru partarnir samdir um at arbeiða við nýggjum atbeiðstíðarreglum innan karmin fyri 2016, sum avtalað er, skal verða liðugt til tann 1. oktober 2016.