Tann 27. juni 2014 fekk Snorri Fjallsbak, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, prógv sum Master in Law á Fróðskaparsetri Føroya, og er tað fyrstu ferð, at Setrið handar slíkt prógv. Á myndini síggja vit Snorra halda røðu vegna tey løgfrøðilesandi (tað var bara hann). Snorri skrivaði masterritgerð um frítíðarlógina, vegleiðari var Kári á Rógvi. Áhugað kunnu fáa eitt eintak av ritgerðini við at skriva til snorri@lnd.fo. Tað kann soleiðis verða staðfest, at tað er ongantíð ov seint at seta seg á skúlabonk. Vit ynskja Snorra (og Setrinum) hjartaliga til lukku.