Tíðindaskriv
Fíggjarmálaráðið ætlar at stovnseta ein føroyskan innkeypsportal
Fíggjarmálaráðið fer undir verkætlan, at gera ein innkeypsportal. Ein innkeypsportalur er eitt sølutorg sum t.d. Fiskamarknaður Føroya.
Einasti munur er, at alt verður elektroniskt - bílegging, bíleggingarváttan,
faktura, gjald og annað meiri.
Endamálið við portalinum er, at tað verður elektroniskt sølutorg, og at hvør føroyingur kann handla gjøgnum portalin.
Ein innkeypsportalur hevur fleiri fyrimunir:
1. Hann effektiviserar innkeyp til stovnarnar, av tí at sloppið verður undan fleiri millumliðum, og stovnarnir soleiðis fáa størri arbeiðsorku.
2. Hann minkar um útreiðslurnar í sambandi við gjald av fakturum.
3. Hann tryggjar alt innkeyp á einum stað. Hetta minkar um leititíð og økir samstundis um úrvalið.
4. Hann økir um gjøgnumskygni í almennum innkeypi.
5. Hann tryggjar, at hagtøl viðv. almennum keypi eru til taks,
av tí at prísur og nøgd verða goymd í einum sokallaðum Datawarehouse.
Portalurin gevur harumframt fyritøkunum kunnleika og innlit í elektroniskar handlar. Hetta gagnar fyritøkunum á øðrum marknaðum.
Royndir frá Danmørk vísa, at ein fakturi kostar míllum 313 til 948 kr. í nýttari arbeiðsorku, frá tí tú kennir tørvin um keyp, til vøran er goldin. Landið rindar 120.000 fakturar um árið, sum egna seg til handil gjøgnum ein inkeypsportal.
Ein innkeypsportalur minkar leiti- og fyrisitingarútreiðslurnar við umleið 100 kr. fyri hvønn faktura. Innkeypsportalurin loysir arbeiðsorku svarandi til 12 mió kr. um árið
Stórkundaavtalur kunnu eisini leggjast inn á portalin. Keypararnir skulu sostatt bert fokusera uppá bílligt innkeyp.
Innkeypsportalurin verður tikin í nýtslu 1. februar 2005 og er fult integreraður við Búskaparskipan Landsins tann 31. desember 2005.
Meira um hesa verkætlan fæst við at venda sær til Søren Lünell Bruhn fulltrúa í Fíggjarmálaráðnum
Argir tann 9. apríl 2003
Karsten Hansen
landsstýrismaður í fíggjarmálum