06.06.2014 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðharrin ynskir felags arbeiðsbólk at greina eftirlitið við fíggjarstovnum

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, setur uppskot fram um at seta felags arbeiðsbólk millum Føroyar, Grønland og Danmark at greina eftirlitið við fíggjarstovnum

"Fyri at vit skulu hava eitt munagott grundarlag at taka stöðu til hvönn veg, vit eiga at fara, er brúk fyri at kanna fyrimunir og vansar við, at eftirlitið við fíggjarstovnum í Føroyum stendur uttan fyri felags europeiska fíggjareftirlitið, og í øðrum lagi hvat hendir, um Føroyar onkursvegna eru við í felags fíggjareftirlitinum".

Hetta sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, nú danska stjórnin umhugsar og í hvønn mun, Danmark eigur at taka lut í styrkta bankasamstarvinum í Europa, sum ber í sær eitt felags evropeiskt fíggjareftirlit, umframt felags avtøkumannagongdir fyri peningastovnar í trongstøðu.

Styrkta bankasamstarvið fevnir í fyrstu syftu bara um evru-lond. Tó kunnu lond uttan fyri evru-økið, t.d. Danmark, sjálvboðin luttaka í styrkta bankasamstarvinum.

Í Danmark er arbeiðsbólkur settur við embætisfólkum úr ymiskum ráðharrastovum at kanna fyrimunir og vansar við luttøku í styrkta bankasamstarvinum.

Um Danmark vil luttaka í styrkta bankasamstarvinum, má greiða samstundis fáast á, hvussu eftirlitið við peningastovnum o.ø. skal handfarast í hinum pørtunum av ríkisfelagsskapinum, Føroyum og Grønlandi, ið ikki eru ES-limir.

Bæði í Føroyum og Grønlandi eru bankamálini felagsmál. Danska fíggjareftirlitið hevur eftirlit við føroysku og grønlendsku peningastovnunum, og greinast má, hvussu eftirlitið verður handfarið frameftir, um Danmark ynskir at gerast partur av felags europeisku skipanini.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, mælir til at seta ein arbeiðsbólk við umboðum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark, sum er ætlaður at arbeiða samstundis sum danski arbeiðsbólkurin. Á tann hátt kunnu føroysk og grønlendsk viðurskifti verða greinað, samstundis sum Danmark greinar síni egnu viðurskifti.

Í hesum sambandi hevur Jørgen Niclasen biðið løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, um at taka málið upp á árliga ríkisfundinum í juni.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, sigur: “Landsstýrið ynskir skjótast gjørligt at hava greiðu á teimum broytingum, ið kunnu koma, um Danmark ynskir at luttaka í styrkta bankasamstarvinum. Arbeiðsbólkurin skal tryggja, at føroyskir og grønlendskir myndugleikar arbeiða saman við donskum myndugleikum, við tí fyri eygað at greiða málið um, hvussu Føroyar og Grønland skulu handfara komandi broytingar.”

Argir, 6. juni 2014
Fíggjarmálaráðið