17.05.2013 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarmálaráðharrin vitjar í Norðoyggjum

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri var hósdagin 16. mai á vitjan í Norðoyggjum.

Fíggjarmálaráðharrin hitti m.o. borgarstjórarnar í Klaksvíkar og Viðareiðis Kommunu, sum greiddu frá aðalmálunum í kommununum.

Eisini var fíggjarmálaráðharrin á vitjan hjá TAKS í Klaksvík, har greitt varð frá, hvørjar meginuppgávur deildin røkir.

Harumframt vitjaði fíggjarmálaráðharrin í Norðoya Sparikassa, á Kósini og í Ánunum hjá P/F Christian í Grótinum.

Fíggjarmálaráðið, 17. mai 2013