Nú Løgtingið er farið til hús, og lóggávuvirksemið hesa tingsetuna er av, kann Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, staðfesta, at øll 33 málini, hann hevur lagt fyri Tingið í tingsetuni, eru samtykt.
Ikki færri enn 33 mál hevur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, lagt fyri Løgtingið í hesi tingsetuni. Millum teirra eru 10 fíggjarmál, 17 skatta- og avgjaldsmál og 6 búskaparmál. Talan er bæði um lógaruppskot, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar.
Øll málini eru samtykt í Tinginum.
- Nógvu ymsu málini, ið Løgtingið hevur tikið undir við og samtykt, eru beinleiðis tekin um betringar, ið landsstýrið setti sær fyri at fremja eftir løgtingsvalið í oktober 2011.
- Mest grundleggjandi lógarbroytingarnar, ið eru framdar í vetur eru pensjónsnýskipanin, MVG frítøka av leigubústøðum og upprudding av skattingini av føroyingum, sum arbeiða uttanfyri Føroya, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður.
Fíggjarlógaruppskot og uppskot til játtanarkarmar eru størstu einstøku árligu uppgávurnar hjá Fíggjarmálaráðnum. Talan er um eina støðuga uppgávu, og arbeiðið við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 er byrjað fyri tíð síðani. Uppskot til eftirlønarlóg var tó ein tann mest týðandi uppgávan hjá ráðnum í tingsetuni 2012.