Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri hevur í dag verið á fundi í Reykjavík við íslendska fíggjarmálaráðharran Katrin Juliusdóttir (S). Fundurin kom í lag í sambandi við afturrindan av láni, sum føroyingar veittu Íslandi í 2008 og var m.a. vinnuligt samstarv og endurnýggjan av dupultskattaavtalu á skránni eisini.
Á norðurlandaráðsfundi í Helsinki í oktober 2008 gav landsstýrið íslendsku stjórnini tilsøgn um eitt lán uppá 300 mió. kr. Hetta var fyrsta altjóða tiltakið at hjálpa Íslandi, ið tá var komið í svára fíggjarkreppu.
Íslendingar virðismettu hetta tiltakið sera høgt og søgdu, at Føroyar skuldu verða fyrsta landið, ið gjaldast skuldi aftur til, tá Ísland aftur hevði fótað sær.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, fekk í hesum sambandi handaða gávu frá íslendsku stjórnini, umframt takkarbræv.
Nú hava íslendingar valt at gjalda lánið aftur, enntá eitt ár áðrenn upprunaliga ásett, og í hesum sambandi varð skipað fyri einum hátíðarhaldi í Reykjavík, har gáva eisini varð handað. Á fíggjarmálaráðharrafundinum luttók eisini Katrin Jakobsdóttir, næstf. hjá vinstragrøna flokkinum. Ráðharrarnir komu ásamt um at skipa fyri íslands/føroyskari vinnuráðstevnu í Føroyum til várs, har serliga varkstarsamstarv, íløgur, íverksetan, ferðavinna og kreativar vinnur, so um filmsvinna, verða settar í ljósmála. Ráðstevnan hevur samstarv og menning millum londini til endamál og Ísland bjóðar sær at fíggja ráðstevnuna.
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri nýtti eisini høvi at seta dupultskattaviðurskifti á dagsskrá. Føroyar eru partur av felags norðurlendsku dupultskattaavtaluni, og merkir hetta, at vit gjøgnum hesa avtalu eisini hava dupultskattaavtalu við Ísland, men tá Føroyar komu við í felags norðurlendsku dupultskattaavtaluna, var ikki nógv fokus á beinleiðis skattligu viðurskiftunum millum Føroyar og Ísland, og hevur Jørgen Niclasen, tí gjørt av saman við íslendska starvsbróðuri sínum at endurskoða skattligu viðurskiftini landanna millum.
Gongdin tykist meir og meir vera, at arbeitt verður og íløgur verða gjørdar tvørtur um landamørk, og tí er tað sera týdningarmikið, at skattaviðurskiftini landanna millum eru í lagi.
Á fundinum vóru ásetingarnar í dupultskattaavtaluni viðgjørdar, m.a. var skatting av vinningsbýti og pensjónum umrødd. Ráðharrarnir vóru samdir um at, at halda fram við viðgerðini og at hittast aftur á fundi í Føroyum fyrst í komandi árið.
Reykjavík 21. desember 2012