Fíggjarmálaráðharrar hittast í Føroyum at umrøða broytingar í dupultskattaavtalu
Teir báðir hava havt fund í Gásadali um norðurlendsku dupultskattavtaluna.
Landsstýrið arbeiðir við at fáa broytt dupultskattaavtalurnar millum Føroyar og onnur norðurlond, tí tær stríða ímóti grundtankanum um, hvussu vælferðartænastur verða fíggjaðar í okkara parti av heiminum.
- Vælferðartænastur eru skattafíggjaðar, og tað eru brúkararnir á staðnum, sum gjalda fyri tænasturnar. Norðurlendska dupultskattaavtalan brýtur við henda grundtanka. Hon ásetur, at skattur skal rindast har, sum han verður forvunnin, og ikki har, ið skattgjaldarin býr. Á henda hátt verður máað burtur av fíggjarliga grundarlagnum undir vælferðini, eisini her í Føroyum. Tað má broytast, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Hann fegnast um, at íslendski fíggjarmálaráðharrin, sum júst er vorðin formaður í norðurlendska ráðharraráðnum fyri fíggjarmálaráðharrar, stuðlar ynski Føroya at kanna viðurskiftini kring dupultskattaavtalurnar nærri.
- Ráðharraráðið avgjørdi á fundi í Oslo í gjár, at trupulleikin nú skal greinast nærri, áðrenn støða kann takast. Hetta er eitt gott stig at taka og er í sjálvum sær ein sigur fyri Føroyar, sigur Jørgen Niclasen.
Umframt dupultskatt umrøddu Bjarni Benadiktsson og Jørgen Niclasen onnur evni og samstarvsøki.