14.11.2008 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarlógin tryggjar, at virksemi í landinum heldur fram

Kjarnuvirksemið í samfelagnum skal ikki avlagast á nakran hátt, tí kann sitandi samgonga liva við einum halli á fíggjarlógini sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Vit skulu halda eitt ávíst virksemi í landinum, tí eru íløgurnar eisini hækkaðar í mun til uppskotið, sum var lagt fyri tingið 30. september. Útbyggingar og viðlíkahald skulu ikki steðga, men halda fram á ein forsvarligan hátt. Farið verður eisini undir útbyggingina av Vága Floghavn næsta ár, og tað tryggjar eisini virksemi, sigur Jóannes Eidesgaard.

Í uppskotinum, sum samgongan legði fyri tingið var hallið 245 mill. kr og íløgurnar 145 mill. kr. Tølini í tí uppskotinum vóru tekniskt framskrivaði.

Nú hava vit gjørt eina politiska gjøgnumgongd og gjørt nýggjar politiskar raðfestingar, sum síggjast aftur í hesum nýggja uppskotinum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Íløgurnar eru hækkaðar við 71 mió. og nýggjar politiskar raðfestingar hava kostað 33 mió. kr. Sostatt hevur seinasta politiska viðgerðin í fyrsta lagi kostað 104 mió. kr. Men við tillagingum og sparingum er hetta talið minka niður á 42 mió. kr.

Tá hallið er hækkað við 42 mió. kr, so eiga vit eisini at leggja til merkis at íløgurnar eru øktar og nýggjar politiskar raðfestingar eru gjørdar, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Í politisku viðgerðini hava vit lagt okkum eftir at temja vøksturin í útreiðslum, meiri enn at skera niður í verandi játtanum, sigur landsstýrismaðurin.


Argir, tann 14. november 2008
Fíggjarmálaráðið