06.12.2011 · Fíggjarmálaráðið

Fíggjarlógaruppskotið 2012 skapar fortreytir fyri vøkstri

Í fíggjarlógaruppskotinum 2012 verður lagt upp til, at fíggjarlógin í 2012 skal skapa fortreytir fyri vøkstri í føroyska samfelagsbúskapinum, hóast útreiðslukarmarnir, sum Løgtingið samtykti í vár, verða hildnir.

Politisku raðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum eru grundaðar á semjurnar í samgonguskjalinum. Samgongan er samd um, at føroyska samfelagið hevur stórar búskaparligar avbjóðingar. Tí má stýrast við skili og fastari hond, so Føroyar koma væl ígjøgnum hesar avbjóðingar, uttan at vælferðin verður sett í vanda. Málið er ein sjálvberandi búskapur. Fyritreytin fyri einum góðum samfelag fyri øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar vælferðina. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa yvirskot á fíggjarlógina í seinasta lagi 2016. Langtíðar-fíggjarætlanir fara í vár at verða gjørdar fyri bæði rakstur og løgur.

Samgongan ásannar, at stórar bygnaðarbroytingar skulu gerast fyri at fáa búskapin á beint aftur. Størsta avbjóðingin verður at skapa fortreytir fyri vøkstri. Tað skal loysa seg at arbeiða meira, og tí má skatturin niður. Ágrýtni skal lønast og ikki revsast. Í hesum sambandi kemur ein nýggj flatskattaskipan í gildi 1. januar 2012. Flatskattaskipanin hevur ein skattafrían botnfrádrátt á 65.000 kr. í landsskattinum og 20% í landsskatti av inntøkum millum 65.000 og 600.000 kr. Inntøkur omanfyri 600.000 kr. rinda 5% eyka av upphæddini millum 600.000 og 1.000.000 kr. og 10% eyka av upphæddini omanfyri 1.000.000 kr.

Nýggja flatskattaskipanin fer at kosta landskassanum 265 mió. kr. í 2012. Av hesum verða 234 mió. kr. fíggjaðar við at broyta skattingina av eftirløn, soleiðis at føroyskar eftirlønir frá 1. januar 2012 verða skattaðar við inngjaldi, ístaðin fyri við útgjaldi, sum tær verða nú. Harumframt verður mett, at økt nýtsla orsakað av flatskattinum, fer at økja inntøkur landskassans við 40 mió. kr. í 2012.

Annars eru fleiri av tiltøkunum í hesum fíggjarlógaruppskotinum sparingar frá samtyktu karmunum í vár, umframt onnur nýggj tiltøk.

Av raðfestingum kunnu nevnast lóg um sjúklingatrygd, umframt nýggju skipanina hjá Almannastovuni at umsita lógina um rættin at vera heima hjá sjúkum barni á privata arbeiðsmarknaðinum. Av sparingum kunnu nevnast broytingar í rentustuðulinum og at árliga javningin á 1% av almannaveitingum og lestrarstuðulinum verður strikað, men samstundis hækkar inntøkumarkið fyri, hvussu nógv ein lesandi kann forvinna, uttan at hetta hevur avleiðingar fyri, hvussu nógv verður útgoldið í studningi. Inntøkumarkið hækkar úr 10.000 kr. upp í 20.000 kr.

Hægri løgukarmur skal eisini økja vakstrarfortreytirnar. Samlaði løgukarmurin hækkaður úr 234,7 mió. kr. í 2011 upp í 280 mió. kr. í 2012.

Inntøkurnar í fíggjarlógaruppskotinum 2012 eru mettar til 4 mia. 494 mió. kr. Herav er skattur 2 mia. 168 mió. kr. Avgjøld, tollur o.a. eru 1 mia. 711 mió. kr. Rakstrar-, løgu- og útlánsútreiðslurnar (netto) verða mettar til 4 mia. 955 mió. kr. Herav eru rakstrarútreiðslurnar 4 mia. 614 mió. kr., løguútreiðslurnar eru 280 mió. kr., og rentuútreiðslurnar eru 61 mió. kr.

Uppskotið vísir eitt hall upp á 460,8 mió. kr. (RLÚ-úrslitið). Hallið er sostatt 165,3 mió. kr. lægri enn hallið í framskrivaða uppskotinum, sum var lagt fyri Løgtingið áðrenn 1. oktober.

http://www.fmr.fo//Index.asp?pID=76ACFDDD-6F3B-4990-AB5E-D8FFD9DD63FD">Leinkja til fíggjarlógaruppskotið 2012

Argir, 6. desember 2011

Fíggjarmálaráðið