Fíggjarmálaráðið á Argjum tók í mai 2008 eina skipan í nýtslu, sum gagnnýtir avlopshitan úr servararúminum til at hita bygningin upp við. Nú skipanin er roynd í eitt ár kann staðfestast, at oljunýtslan er fallin góðar 20.000 litrar, ið svarar til umleið 60 tons av CO2-útláti. Frá mai 2008 til apríl 2009 hevur oljunýtslan í Fíggjarmálaráðnum verið góðar 31.000 litrar samanborið við góðar 51.000 litrar árið frammanundan.
Íløgan í skipanina hevur kostað umleið 560.000 kr. uttan mvg, men íløgan verður spard inn aftur við minni oljunýtslu. Tað tekur umleið 7 ár at spara íløguna inn aftur við dagsins oljuprísi. Oljuprísurin er rættiliga lágur í løtuni, fer oljuprísurin upp, tekur tað sjálvandi færri ár at sprara íløguna inn aftur.
Fíggjarmálaráðið metir, at tað hevur stóran týdning, at tað almenna gongur undan við at royna slíkar skipanir, sum kunnu minka um føroysku oljunýtsluna. Tað hevur stóran umhvørvisligan og samfelagsbúskaparligan týdning at minka um føroysku oljunýtsluna. Hetta minkar um føroyska CO2-útlátið, Føroyar verða minni bundnar av olju sum orkukeldu og úrslitið á handilsjavnanum verður betri.
Fíggjarmálaráðið, 4. juni 2009