03.01.2006 · Fíggjarmálaráðið
Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur handa frágreiðing um einskiljing av Føroya Banka
Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur handa Bárði Nielsen, landsstýrismanni frágreiðing um einskiljing av Føroya Banka.
Endamálið við frágreiðingini er at gera eina fyribils meting av samanbering av ymsum einskiljingarhættum av bankanum.
Landsstýrismaðurin fer at virka fyri breiðari politiskari undirtøku til einskiljing av P/F Føroya Banka.