Feskastu inntøkutølini staðfesta inntøkumetingina fyri 2009
Inntøkur landskassans fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru nú tøkar og tær samsvara væl við inntøkumetingina, sum er gjørd fyri alt árið 2009. Hóast onkrar smærri broytingar, so broyta skatta- og avgjaldstølini fyrstu sjey mánaðirnar í ár ikki samlaðu inntøkumetingina fyri alt árið 2009.
Mett hevur verið, at inntøkur landskassans fyri alt árið 2009 verða góðar 360 mió. kr. lægri enn í 2008, tá samlaðu inntøkurnar vóru 4 mia. og 153 mió. kr. Hildið verður tí fast við hesa metingina.
Yvirlit yvir A-inntøku og skatta- og avgjaldsinntøkur:
• Januar til juli í ár, samanborið við fyrstu sjey mánaðirnar seinastu tíggju árini. Samanberingarnar síggjast við at trýsta her
• Seinastu 12 mánaðirnir trýst her
• Seinastu 6 mánaðirnir trýst her
Yvirlit yvir inntøkur frá avgjøldum:
• Innflutningsavgjøld frá januar til juli í ár, samanborið við fyrstu sjey mánaðirnar seinastu tíggju árini. Innflutningsavgjøldini síggjast við at trýsta her
• Avgjøld í Føroyum frá januar til juli í ár, samanborið við fyrstu sjey mánaðirnar seinastu tíggju árini. Umsetningsavgjøldini síggjast við at trýsta her