Ein viðmerking til grein hjá Petur Klein á Vágaportalinum
Lat meg fyrst geva Petur Klein rætt í, at verandi rættarstøða í summum førum kann hava óhepnar og órímiligar avleiðingar fyri ávísar skattaborgarar. Tí havi eg tikið stig til broytingar i skattalógini, so hetta verður rættað.
Rættarstøðan hevur í mong ár verið hendan:
“Snýr tað seg um útreiðslur til ferðing millum heim og arbeiðspláss, ið arbeiðsgevari betalir fyri ein skattaborgara, er talan um vanliga skattskylduga inntøku hjá viðkomandi skattaborgara líkamikið hvar arbeiðsplássið er.
Snýr tað seg har afturímóti um ferðing í ørindum fyri arbeiðsgevaran eru hesar útreiðslur skattaborgaranum skattliga óviðkomandi.”
Mær vitandi er á hesum øki eingin munur á rættarstøðuni í Føroyum og í Danmark. Tað tykist tíverri sum Petur Klein hevur misskilt rættarstøðuna í Danmark. Tey sitat, ið Petur nevnir, snúgva seg um nøkur heilt onnur viðurskifti, nevniliga tá arbeiðstakarin ferðast í ørindum fyri arbeiðsgevarin frá hansara vanliga arbeiðsplássi, og ikki um ferðing millum bústað og arbeiðspláss. Tílíkar ferðir eru heldur ikki skattskyldugar í Føroyum.
Petur Klein sigur: “Tað, ið TAKS ger er politikkur” Her fer Petur Klein skeivur. TAKS ger ikki politikkin. TAKS umsitur sambært tí rættargrundarlagi, sum til eina og hvørja tíð er galdandi, men eg skal viðganga at á hesum øki hevur TAKS eina sera trupla uppgávu. Tað er ikki lætt at fáa staðfest hvussu nógv útlendskir arbeiðsgevarar gjalda í ferðaútreiðslum vegna føroyskar skattaborgarar.
Eg segði í byrjanini, at verandi rættarstøða í summum førum kann hava óhepnar avleiðingar, og fari eg at lýsa hetta við einum dømi. Er talan um ein skattaborgara, ið býr í Gøtu og arbeiðir í Havn, og har arbeiðsgevari hansara betalir ferðaútreiðslurnar millum Gøtu og Havn, er fyri tað fyrsta lætt at fáa staðfest ferðaútreiðlurnar, og fyri tað næsta vil talan ikki blíva um nakra ógvusliga stóra útreiðslu. Snýr tað seg um ein annan skattaborgara, ið somuleiðis býr í Gøtu, men har arbeiðsplássið er eitt skip, ið liggur í Singapore, kann tað fyri tað fyrsta verða trupult at fáa staðfest støddina av útreiðsluni, ið arbeiðsgevarin betalir, og í øðrum lagi kann tað blíva talan um eina sera stóra og tyngjandi útreiðslu fyri viðkomandi skattaborgara.
Eg havi tí ætlanir um, at leggja uppskot fyri Løgtingið, ið skal áseta, at útreiðslur, í arbeiðsgevari betalir føroyskum skattaborgara fyri ferðing millum bústað í Føroyum og arbeiðspláss uttanlands, ikki skal roknast uppí skattskyldugu inntøkuna.
Samstundis fari eg at taka stig til at samdøgursfrádrátturin verður broyttur soleiðis at hesin bert verður veittur sambært skjalfestum útreiðslum. Samdøgursfrádrátturin er ein frádráttur fyri meirútreiðslur til, húsaleigu, og ferða- og flutningsútreiðslur hjá teimum, sum hava sítt inntøkugevandi arbeiði uttanlands. Er tað so, at arbeiðsgevarin rindar ferðaútreiðslur, húsaleigu og uppihald annars, so hevur arbeiðstakarin ikki nakrar eyka útreiðslur orsakað av sínum arbeiði, og tí er heldur ongin orsøk at veita nakran frádrátt.
Hesar báðar broytingar haldi eg vera rímiligar, og havi eg ætlanir um at leggja uppskot fyri Løgtingið skjótast møguligt eftir Ólavsøku.
Aksel V. Johannesen
landsstýrismaður