23.03.2009 · Fíggjarmálaráðið

Felagstíðindaskriv frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og íslendska fíggjarmálaráðharranum

Felagstíðindaskriv frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum og íslendska fíggjarmálaráðharranum

Endaliga lániavtalan millum Føroya Landsstýri og íslendsku stjórnina er undirskrivað í dag.
Sambært avtaluni lænir Føroya Landsstýrii íslendsku stjórnini 300 milliónir krónur.
Lánið er veitt sum stuðul til búskaparætlanina hjá íslendsku stjórnini. Ein ætlan, sum hevur til endamáls at fáa javnvág aftur í íslendska búskapin eftir fíggjarkreppuna, sum rakt landið seinasta heyst. Føroyska lánið skal styrkja gjaldoyrisgoymslur Íslands.
Lánið úr Føroyum er langfreistað og hevur lagarligar treytir.
Hetta er fyrsta lánið til Ísland av hesum slagi. Altjóða Gjaldsoyrisgrunnurin, IMF, hevur játtað eitt lán upp á 2.100 milliónir dollarar.
Harafturat hava hini Norðurlondini – Danmark, Finland, Noreg og Svøríki – givið lyfti um gjaldsoyralán til Íslands upp á í alt 2.500 milliónir dollarar. Íslendska stjórnin er í samráðingum við hesi lond um lánstreytir. Samráðingar eru eisini við Pólland og Russland um sama slag av gjaldoyraláni.

Lániavtalan millum Føroyar og Ísland var undirskrivað í Fíggjarmálaráðnum av Jóannes Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum og Steingrími J. Sigfússyni, fíggjarmálaráðharra.

Á arbeiðsvitjanini hiá íslendska fíggjarmálaráðharranum vóru eisini Svein Harald Øygard, stjóri í Seðlabankanum, Jón Sigurðsson, formaður í samráðingarnevnd Íslands um gjaldoyralán og Sturli Pállson, forstjóri í atltjóðadeild Seðlabankans.


Fíggjarmálaráðið, 23. mars 2009