- Lógaruppskotið um niðurkapitalisering av Íleggingargrunninum er endaliga samtykt á Fólkatingið ídag.
Málið um nýmótansgerð og útbygging av Vága Floghavn er nú endaliga avgreitt, nú Fólkatingið ídag hevur samtykt málið við 3 viðgerð.
- Friður eigur nú at valda um nýmótansgerð og útbygging av flogvøllinum í Vágum, sum er eitt sera positivt mál fyri Føroyar. Spurningurin um, hvør skal gjalda fyri burturbeiningina av gomlu spreingievnunum, hevur verið áleikandi í skjótt tvey ár. Hetta er heldur long tíð, og er at fegnast um, at arbeiðið kann gerast liðugt.
Tað sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Hann fegnast um, at ein breiður meiriluti í Løgtinginum hevur tikið undir við ríkislógartilmælinum, ið fíggjarmálaráðharrin legði fyri Løgtingið 22. apríl í ár.
Løgtingið avgreiddi málið endaliga við 3. viðgerð tann 8. mai, tá ið allir flokkar, uttan Tjóðveldi, samtyktu nevnda ríkislógartilmælið.
Í stuttum snýr ríkislógartilmælið seg um, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar verður niðurkapitaliseraður við tilsamans 28 mió. kr. Hetta svarar til kostnaðin fyri at burturbeina gomlu spreingievnini, ið vórðu funnin við flogvøllin á sumri í 2011 í sambandi við arbeiðið, at leingja vøllin út á 1.799 metrar.
Lógaruppskotið skuldi eisini viðgerast av Fólkatinginum, og í dag varð málið samtykt endaliga á Christiansborg. Lógaruppskotið hevur verið til viðgerðar í Føroyanevndini, sum fullsamd tók undir við tí.
- Niðurkapitaliseringin av Íleggingargrunninum fyri Føroyar er ein smidlig og nattúrlig loysn, tí sami leistur er brúktur til at fíggja alla útbyggingina av Vága Floghavn, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Fíggjarmálaráðið, 22. mai 2013