El- og vetnisbilar avgjaldsfríir 2 ár afturat
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum hevur við sær, at tey, ið keypa sær ein el- ella vetnisbil, eisini kunnu fáa MVG afturgoldið í 2019 og 2020. Uppskotið er partur av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, og varð lagt fram fríggjadagin.
Samgongan hevur sett sær fyri, at fremja átøk, ið skunda undir at gera Føroyar “grønari” og skunda undir framleiðslu og nýtslu av grønari og varandi orku. Í 2030 er málið, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna og til tess at fáa fult umhvørvisgagn av umleggingini til varandi orku, verða húsarhald og vinna eggjað til at velja grøna orkunýtslu.
Tað hevur síðan 2017 verið møguligt hjá teimum, ið keypa keypa sær ein el- ella vetnisbil, at fáa meirvirðisgjaldið afturgoldið, tó í mesta lagi 70.000 kr. Tað eru í dag 66 elbilar skrásettir, 64 persónbilar og 2 vørubilar í Føroyum.
Skipanin við afturgjaldi var annars sett til at fara úr gildi 1. januar 2019, men við uppskotinum verður mælt til at halda fram við skipanini 2 ár afturat. Enn er ávísur kostnaðarmunur millum bilar, ið nýta meira dálkandi orkukeldur, í mun til el- ella vetnisbil. Men kostnaður av, at ogna sær el- ella vetnisbil er lækkandi, og verður væntandi ikki tørvur á stuðulsskipan eftir 2020, fyri at tryggja, at kostnaðarmunurin millum bilar, ið nýta bensin ella diesel, og bilar, ið nýta el ella vetni, gerast ov stórur.
Eisini eru aðrir fyrimunar við at fáa sær el-bil ella vetnisbil. Teir eru heilt frítiknir frá skrásetingargjaldi, og teir rinda heldur ikki veg- og umhvørvisgjald, og tað er ætlanin, at eisini hesir fyrimunir skulu halda fram 2 ár afturat.
Uppskotið er ein liður í politikkinum hjá samgonguni at gera Føroyar grønari.
Endamálið við lógaruppskotinum er fyrst og fremst at seta ferð á umleggingina frá dálkandi bilum til bilar, sum einki CO2-útlát hava. Haraftrat er eisini neyðugt, at Føroyar taka ábyrgd í altjóða samfelagnum, tá ræður um umhvørvisvinarligan politikk.