13.04.2007 · Fíggjarmálaráðið

Eingin fær framíhjárætt til partabrøv í Føroya Banka.

Hóast tíðindaflutningur og orðaskifti í Løgtinginum kunnu geva øvugtu fatanina, fær eingin nakað slag av framíhjárætti til at keypa partabrøv í Føroya Banka tá hann verður einskildur í næstum. Einskiljingararbeiðið fer fram í fullum samsvari við løgtingssamtyktina um at einskilja og børsskráseta bankan.

Ein reingjandi mynd av tilgongdini kring einskiljingina av Føroya Banka er málað fyri almenninginum seinastu dagarnar. Týðandi er, at ivi ikki verður sáddur um einskiljingartilgongdina, og tí hava Fíggjarmálaráðið og Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hesar rættleiðandi viðmerkingar.

Øll fáa somu treytir
Fyrst og fremst er sera umráðandi at staðfesta, at eingin fær nakað slag av framíhjárætti til at keypa partabrøv í Føroya Banka, tá hann verður einskildur í næstum.

So seint sum seinnapartin í gjár staðfesti Fíggingargrunnurin frá 1992 soleiðis í einum tíðindaskrivi:

“Eftir orðaskiftið í løgtinginum í gjár um tilgongdina, hevur í fjølmiðlunum verið nevnt, at fýra navngivnir føroyskir íleggjarar eru valdir út at keypa 28 prosent av Føroya Banka. Hesin pástandur er skeivur”.

Harnæst staðfesti Fíggingargrunnurin frá 1992 í sama tíðindaskrivi, at:

• Ongir einstakir íleggjarar fáa framíhjárætt
• Øll kunnu tekna partabrøv undir somu treytum
• Øll, sum geva nóg høgt boð og fáa partabrøv, rinda sama prís

Hinvegin er greitt, at Fíggingargrunnurin og Svenski Handilsbankin, sum er professionelli ráðgevin hjá grunninum, hevur havt óbindandi kunningarfundir við fleiri føroyskar og útlendskar fyritøkur fyri at vita, um keypsáhugi kann væntast, tá einskiljingin skal gerast.

Hetta er púra vanlig mannagongd í einskiljingarsamanheingi.

Tíðindaflutningur reingir veruleikan
Hóast Fíggingargrunnurin frá 1992 sostatt hevur boðað frá, at einskiljingartilgongdin fer fram eftir løgtingssamtyktini um at einskilja og børsskráseta bankan, verður ført fram í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, seinast í tíðindasending 12. apríl kl. 18.00, at fýra navngivnar fyritøkur hava fingið tilsøgn um at keypa part í Føroya Banka.

Hesin tíðindaflutningur er beinleiðis í stríð við veruleikan.

Bæði Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum taka frástøðu frá hesum tíðindaflutningi, ið er til skaða fyri einskiljingartilgongdina og í stríð við góðan fjølmiðlasið um at bera almenninginum rættar upplýsingar.

Løgtingsorðaskifti kann geva ranga mynd
Í orðaskifti í Løgtinginum í vikuni hevur verið ført fram, at Svenski Handilsbankin á fundi skal hava kunnað um, at fýra føroyskar fyritøkur eru tiknar fram um aðrar til at sleppa at keypa partabrøv í Føroya Banka.

Henda útsøgn er ósonn.

Hinvegin stóðu nøvnini á fýra føroyskum og fýra útlendskum fyritøkum í einum appendixi hjá Svenska Handilsbankanum. Hetta hava onkrir fundarluttakarar lagt til merkis og bitið serligt merki í. Nevndu fyritøkur eru slíkar, ið Fíggingargrunnurin og Svenski Handilsbankin, sum nevnt omanfyri, hava hildið óbindandi kunningarfundir við, til tess at vita, um keypsáhugi kann væntast, tá einskiljingin skal gerast.

Sostatt er tað misskilt ella mistulkað, at Svenski Handilsbankin skal hava ført fram, at ávísir partar skulu fáa framíhjárætt til partabrøv í Føroya Banka. Einskiljingin fer nevniliga fram eftir løgtingssamtyktini um at einskilja og børsskráseta bankan.

Rættvísandi upplýsingar neyðugar
Fíggjarmálaráðið og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ávara staðiliga ímóti, at fjølmiðlar og onnur av órøttum sáa iva um tilgongdini kring einskiljingina av Føroya Banka.

Somuleiðis verður heitt á allar partar um at tryggja sær rættvísandi upplýsingar, tá einskiljingin verður umrødd og viðgjørd.


Argir, tann 13. apríl 2007
Fíggjarmálaráðið